Úrslit frá Ægir Open 21. og 22. oktober 2023

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin hin 21. og sunnudagin hin 22. oktober 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.seher á Swimify og her á SwimRankings

Hagtøl

Tilsamans vóru tey 108 íðkarar úr 5 svimjifeløgum sum svumu seg til 588 úrslit í 36 kappingum, hesar báðar dagarnar í Klaksvík.

Bestu avrik

Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjifelag átti besta avrik á hesi stevnu, við at svimja seg til 8:20.34 og 696 FINA stig í 800 frí.

Alisa Vestergård (2003) úr Suðuroyar Svimjifelag átti besta avrik hjá kvinnum, við at svimja seg til 2:07.04 og 654 FINA stig í 200 frí.

Heiðursmerkjabýti

Havnar Svimjifelag vann kappingina um heiðursmerki á hesi stevnu, meðan Ægir varð nr tvey og Suðuroyar Svimjifelag nr 3.

FelagGullSilvurBronsa
HS11710
Ægir91212
SuSvim844
FS693
FLOT001

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.