Úrslit frá FM og JM á stuttgeil 2023

Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarstevnuni og JuniorMeistarastevnuni á stuttgeil 2023, sum var í Svimjihøllini í Gundadali nú hin 10. til 12. november 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.seher á tempus.fo, her á Swimify og her á SwimRankings

Bestu avrik

Besta avrik á hesi stevnu, átti Líggjas Joensen (2008) úr Ægir, tá ið hann í FM-finaluni í 400 frí svam seg til úrslitið 3:56.64 og 721 FINA-stig, éitt stig frammanfyri Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjifelag sum har svam seg til 3:56.81 og 720 stig.

Besta avrik hjá kvinnum, átti Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag, tá ið hon í FM-finaluni í 50 rygg svam seg til úrslitið 28.81 og 673 FINA-stig.

Heiðursmerkjabýti

Havnar Svimjifelag vann flest heiðursmerki ´a FM 2023, í harðari kapping við Ægir

FelagGullSilvurBronsa
HS16127
Ægir14208
SuSvim966
FS5520

Havnar Svimjifelag vann eisini flest heiðursmerki á JM 2023 fyri eldri juniorar

FelagGullSilvurBronsa
HS21129
Ægir1361
FS442
SuSvim022

Ægir vann hinvegin flest heiðursmerki á JM 2023 fyri yngri juniorar

FelagGullSilvurBronsa
Ægir2176
FS142111
HS898
SuSvim000

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.