Lea gull í 200 bringu á Køge Open 2023

Lea Osberg Højsted (2008) úr Ægir vann í morgun gull á Køge Open 2023, tá ið hon í 200 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 2:43.37. Hetta var í aldursbólkinum 16 ár og eldri. Nakað áðrenn svam hon seg víðari til finaluna í 50 metra bringusvimjing í kvøld, við fjórbestu tíð 35.10.

Hjá øðrum svimjarum gongur eisini væl – í Køge svam Bjarta í Lágabø seg víðari til finalu í 100 rygg og 100 frí, í báðum førum við bestu tíð av øllum, og í Herfølge gera yngru føroyingarnir av álvara vart við seg, har Jórun Winther (2011) úr Suðuroyar Svimjifelag og Jóhannes í Stórustovu (2011) úr Havnar Svimjifelag vóru ovast einar 3 ferðir í part, Malan Brattalíð (2013) og Bárður Rógvason (2013) 1 ferð í part, umframt at fleiri onnur heiðursmerki eru vunnin.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.