Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjifelag var bara tríggjar hundrapartar frá bronsuni á NJM 2023 í Tartu í Estlandi, tá ið hann í finaluni svam seg til úrslitið 55.29, har bronsan fór til Martynas Bernotas úr Litava við 55.26. Hetta var stórt nýtt persónligt met hjá Isaki, í mun til 56.62 frá Atlantic Open í vár, og er hann nú hin næstskjótasti føroyingurin nakrantíð í hesari grein. Sí úrslitalistan her
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2023/12/image_67207937_DxO.jpg?resize=450%2C600&ssl=1)
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2023/12/image_67237121_DxO.jpg?resize=450%2C600&ssl=1)