Dreingirnir 7:38.99 og stórt nýtt føroyskt junior-landsliðsmet í 4×200 frí

Teir fýra Isak Brisenfeld (2006) HS, Líggjas Joensen (2008) Ægir, Heini M. Askham (2006) Ægir og Fróði Hansen (2008) HS settu flott nýtt føroyskt juniormet í 4×200 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið teir í finaluni á NJM 2023 í Tartu, Estlandi svumu seg til samlaða úrslitið 7:38.99. Sí úrslistalistan her

Hetta var næstan 20 sekund betring av junior-landsliðsmetinum frá í fjør, frá tá ið teir tríggir Isak, Heini og Isak umframt Bárður Ólavsson (2008), FS svumu seg til úrslitið 7:58.23. Og, tað var líka við at vera føroyskt met eisini, sum er 7:38.64 frá tá ið Bartal E. Eidesgaard, Rókur Trygvason, Alvi Hjelm og Johan N. Dam svumu á NM 2018.

Splitt-tíðirnar hjá teimum fýra, vóru Isak 1:52.17, Líggjas 1:52.03, Heini 1:53.73 og Fróði 2:01.06

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.