Hetta váttar evropeiska svimjisambandið í dag her á heimasíðu síni. Sjálv svimjistevnan verður hin 17. til 23. juni, og er havsvimjing og synkronsvimjing so áðrenn hetta, umframt EM fyri masters aftaná. Serbiskar keldur vilja vera við, at kappast verður í einum monteraðum hyl nær Tašmajdan, ið sum kunnugt var hylurin har Pál í 2008 vann 3 gull á evropeisku meistarastevnuni fyri juniorar.
