Góðu tit øll,
Tykkum kunnugt, fór Íðkaranevndin í SSF undir við at fyriskipa val í oktober 2023.
Pál og Signhild hava mannað nevndina seinastu tíðina – har høvuðsuppgávan hjá teimum var at gera eina reglugerð, umframt at fyriskipa fyrsta valið.
Sum kunnugt skal Íðkaranevnd SSF umboða sjónarmiðini hjá teimum aktivu íðkarunum, og er ráðgevandi hjá starvsnevnd og undirnevndum SSF í viðurskiftum hjá íðkarum.
Í reglugerðini hjá Íðkaranevndini SSF stendur í Grein 2, stk. 2 “Nevndin hevur fimm limir. Javnstøða skal vera í nevndini”. https://ssf.fo/felagsskapur/reglugerd/reglugerd-fyri-idkaranevnd-ssf/
Í samband við valið varð ein mailur sendur út til feløgini, og lagdur út á heimasíðu SSF tann 20 oktober 2023. Freistin at koma við uppskotum/stilla upp var 10. november 2023.
Her komu 4 umsóknir inn.
Tískil er ikki neyðugt við valið, men hesi 4 manna nú Íðkaranevndina í SSF. Í samband við at reglugerðin ásetir at nevndin hevur 5 limir, so hava vit sent hetta til víðari viðgerð hjá løgfrøðingi, ið staðfestir: “Niðurstøðan er, at hildið verður, at SSF lógliga kann lata tey fýra valdu fólkini manna Íðkararnevndina fyrsta valskeiðið. Mett verður eisini, at starvsnevndin til hvørja tíð kann gera brúk av síni heimild at velja eitt fimta valevni og lata eitt val fara fram tí viðvíkjandi.”
Tí er Íðkaranevndin í SSF hendan:
- Barbara Debes
- Natanael Matras
- Rói Bech
- Signhild Rannváardóttir
Nevndin skipar seg sjálv við forfólki og varaforfólki og skrivara. Forfólkið fær sæti í starvsnevnd SSF.
Valskeiðið er fýra ár. Tó val annaðhvørt ár, so at hvørji tvey eru ávíkavist tveir og tríggir nevndarlimir fyri vali.
Vinarliga
Íðkaranevndin SSF