Dyggur stuðul til ovastu nevnd í European Aquatics

Farna vikuskifti var val í evropeiska svimjisambandinum, í Athen í Grikkalandi. Øll hin ovasta nevndin stóð fyri vali, sum siður er í hesum felagsskapi, og vórðu so gott sum øll tá einmælt afturvald.

Nevndin í European Aquatics, forsetin í World Aquatics og grikska umboðið í IOC
Allan Nyhus eigur myndina

Tað hevur verið nakað av órógvi í felagsskapinum, vegna ákærur í Portugal ímóti portugisiska forsetanum Antonio da Silva, harav tann eina herfyri endaði við, at hann valdi at trekkja seg sum forseti í svimjisambandinum har.

Onkur helt at hann tá ikki kundi stilla upp til afturval í tí evropeiska, sum varð afturvíst við tað at portugisiska svimjisambandið enn stuðlar honum, umframt at kanning hjá altjóða svimjisambandinum ikki staðfesti nakran trupulleika.

Álopini vórðu yvirhøvur mett at vera persónlig, frá fólki sum ynsktu forsetan frá, umframt væl møguliga til at fáa skalað hesa síðani 2022 nýggju leiðslu í evropeiska svimjisambandinum.

Á aðalfundinum var mótsvarið dyggur stuðul til forsetan og leiðsluna annars, har øll íroknað lond sum áttu umboð ið fullu í 2022, atkvøddu fyri at afturvelja tey sum nú stillaðu uppaftur.

Kollveltingin heldur tí áfram, sum bólkurin “Europe 4 All Aquatics” byrjaði í 2021, til at nýskapa og betra um evropeiska svimjing. Avrikslistin er longu langur, harav nevnast kann til dømis:

  • stovnan av íðkaranevnd, við atkvøðurætti á aðalfundi og sæti í ovastu nevnd
  • stovnan av venjaranevnd, ið síðani tá hevur skipað fyri regluligum skeiðum
  • stovnan av svimjiførleikanevnd, ið hevur gjørt uppskot til felags leist í Evropa
  • stovnan av javnstøðunevnd, til at fáa betri kvinnuumboðan í felagsskapinum
  • stovnan av undirnevnd í vatnpolo, til at styrkja um kvinnuumboðanina har
  • stovnan av skipaðari tilgongd til hvussu fólk verða vald til undirnevndirnar
  • stovnan av verkætlan til at betra um fyrisitingarleistin, undir eftirliti av SIGA
  • stovnan av strategi fyri 2022-2024, harav 12 av 24 málum eru rokkin, og hini eru væl á veg
  • stovnan av strategi fyri 2024-2030, við afturmeldingum og luttøku úr limalondunum
  • stovnan av óheftari ‘hotline’ til at kunna fráboða um eitthvørt átaluvert í evropeiska svimjisambandinum
  • umfatandi endurskoðan av evstulógina, ið varð samtykt á aðalfundi í 2023
  • tilgongd til at fáa í lag etiska nevnd, ið síðani varð funnin og vald nú á aðalfundinum í 2024
  • professionalisering av dagligu leiðsluni, so at tey nú eru 15 ársverk í mun til 4 í 2021
  • stovnan av stevnu fyri kappsvimjarar 23 ár og yngri, til at lætta um skiftið frá junioraldur
  • styrkjan av samstarvinum við EOC, við luttøku í vippulopi og listsvimjing á European Games 2023
  • stovnan av evropeiskari meistarastevnu fyri masters á stuttgeil (t.e. svimjarar eldri enn 25 ár)
  • stovnan av starvsskipan fyri ovastu nevnd, út í frá etiskum leiðireglum um gjøgnumskygni o.t.
  • stovnan av skipan til hvussu stevnur og annað verður boðið út, á ein gjøgnumskygdan hátt
  • tilgongd til samskipa kalendaran betri, eisini so at færri samanføll eru við tiltøk hjá altjóða svimjisambandinum
  • samstarv við altjóða svimjisambandið um verkstovur o.a. til at menna listsvimjing, vippulop og vatnpolo
  • stovnan av tilgongd til at góðkenna ítróttavísindadeplar og venjingarmiðstøðir
  • avtala gjørd við Gloria Sport Arena í Turkalandi, at vera felags evropeiskur úrvalsdepil
  • nýggj menningarætlan fyri vatnpolo góðkend, við tilhoyrandi styrkismetingarskipan
  • stovnan av sosialum rásum til miðlan um vatnpolo, við m.a. stroyming frá lutakøstum
  • sum heild endurskoðan av miðlanini, út í frá afturmeldingum, har m.a. heimasíðan var skift út
  • navnið broytt frá LEN til European Aquatics, har búmerki o.a. verður kunngjørt í vár
  • fyrsta evropeiska svimjiførleikaráðstevna fingin í lag, við 200 luttakarum úr 28 londum
  • EM 2024 í vatnpolo flutt úr Ísrael til Niðurlond og Kroatia, vegna ófriðin í Ísrael og Gaza
  • EM 2024 í kappsvimjing v.m. flutt úr Russlandi til Serbia, vegna kríggið í Ukraina

Punktini frámerkt við feitari skrift, eru tey har undirritaði hevur verið beinleiðis uppíblandaður, sum umboð hjá ovastu nevnd í viðkomandi undirnevnd.

Sum heild ein rættiliga imponerandi listi, har smærri ting og kanska okkurt størri er yvirsæð, og har vit á ongan hátt kenna okkum liðug við uppgávuna at nýgera evropeiska svimjisambandið.

(Ná ja, eitt sum sjálvsagt er afturat, er vanliga avgreiðslan av ítróttartiltøkum og øðrum, so sum EM 2022 og EM á stuttgeil 2023. Listin omanfyri er út í frá røðuni sum forsetin helt á aðalfundinum, har varamaðurin helt áfram um stevnur og tiltøk)

Norðanlond stuðla avgjørt nýggja leistin og nýggju leiðsluna, so sum forfólkið úr Finnlandi las upp á aðalfundinum, og har vit trý í ovastu nevndini gera okkara til at verja eisini norðurlendsk ynski til felagsskapin.

Komandi tíðina fæst at síggja, í hvønn mun forsetin framhaldandi hevur undirtøku úr sínum heimlandi – men í evropeiskum høpi var undirtøkan fullkomin og einmælt, nú á hesum aðalfundi í Athen.

Við svimjikvøðu

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.