Evropeiska svimjisambandið fráboðaði síðst í januar, at EM 2026 verður í París-St Denis í Fraklandi, í nýggja Olympiska stadion og í Seine, eins og har OL 2024 verður nú í summar. Nógv fer at verða gjørt burturúr, eisini tí at tað í 2026 er 100 ár síðani at fyrsta EM yvirhøvur, sum var í Budapest í 1926.