Her er ein av teimum meira kulørtu – fyrrverandi kassameistarin í evropeiska svimjisambandinum, var nú mikudagin dømdur í sjey ára fongsul, fyri sín lut í drápinum av einum kappingarneyta hjá sær.
Miðlafúrstin János Fenyő varð fyri júst 26 árum síðani, hin 11. februar 1998, myrdur við maskinbyrsu á einum fjølgongdum krossvegi í Budapest, meðan hann sat í bili sínum. Eitt mafiadráp sum skakaði Ungarn.
Kappingarneytin Tamás Gyárfás hevur nærum frá byrjan av verið ein av teimum høvuðsmistonku, og hevur í longri tíð verið kannaður, har at hann t.d. til HM 2017 í Budapest gekk við fótleinkju.
Tamás Gyárfás var í 23 ár forseti fyri ungarska svimjisambandið, til hann í 2016 mátti trekkja seg vegna ákærur um ódemokratiskan leiðsluhátt, frá íðkarum har eg meini at Katinka Hosszú var ein hin ídnasti at tala at.
Tamas Gyarfás var hartil varaforseti í altjóða svimjisambandinum frá 2013 til 2017, og limur í evropeiska svimjisambandinum frá 2004, varaforseti frá 2008 og síðani kassameistari frá 2012, til hann mátti trekkja seg í 2020.
Nú varð hann so dømdur fyri sín lut í drápinum á János Fenyő, sum skilst einamest tí at leigudrápsmaðurin Jozef Rohac úr Slovakia, sum í 2012 varð dømdur fyri drápið, sigur seg hava verið bílagdan av Gyarfas.
“According to the verdict, Gyárfás commissioned Portik and Péter Tasnádi, current convicts in connection with other cases, to kill Fenyő, his business rival. Portik hired Slovak criminal Jozef Rohac to carry out the murder, who then killed Fenyő on February 11, 1998.”
Lesið Daily News Hungary og News18