Altjóða svimjisambandið kunngjørdi fyri løtu síðani, at HM 2029 verður í Beijing í Kina. Tey vænta einar 2500 luttakandi íðkarar úr 200 londum, í teimum seks ítróttargreinum sum eru undir altjóða svimjisambandinum, umframt í eftirfylgjandi HM fyri masters.
Harvið verða næstu HM:
- HM 2025 í Singapore
- HM 2027 í Budapest
- HM 2029 í Beijing