Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “SuSvim Open Mars 2024”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági nú leygardagin 16. og sunnudagin 17. mars 2024.
Úrslitini síggjast eisini her á LiveTiming.se og her á Swimify
Hagtøl
Tilsamans vóru tey 60 íðkarar og 13 lið úr 4 feløgum sum svumu seg til 393 úrslit í 38 kappingum, hesar báðar dagarnar í Vági.
Besta avrik
Besta avrik átti Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjifelag, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 4:10.21 og 680 AQUA-stig.