Sera góður annar dagur á Danish Open 2024

Tey eru nú komin í helvt við Danish Open 2024, og er tað bara gingið heilt væl hjá føroyska landsliðshópinum. Til nú hava 7 av 15 betrað seg í onkrum, og nøkur fleiri ferðir so at samlaða talið er 17 betringar í 30 royndum. Tey hava svomið seg til 6 finalupláss, og hartil er 1 føroyskt met sett, umframt 3 føroysk juniormet.

Úrslitini hjá landsliðnum síggjast øll her á Swimify

Føroyskt met

  • Jóhanna Ólavsdóttir (2007) FS 2:27.30 í 200 firvald

Føroysk juniormet

  • Jóhanna Ólavsdóttir (2007) FS 2:27.30 í 200 firvald
  • Líggjas Joensen (2008) Ægir 1:53.83 í 200 frí
  • Líggjas Joensen (2008) Ægir 1:53.20 í 200 frí

Besta føroyska avrik

  • Líggjas Joensen (2008) Ægir 1:53.20 og 731 stig í 200 frí

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.