Bartal 52.32 í 100 frí á EM 2024

Bartal E. Eidesgaard (2003) úr Havnar Svimjifelag svam seg í morgun til nýtt persónligt met í 100 metra frísvimjing á langeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á EM 2024 í Beograd svam seg til úrslitið 52.32 sekund. Besta tíð hjá honum áðrenn hetta, var 52.48 sekund frá Danish Open í apríl mánaða. Bartal er næstskjótasti føroyski svimjari nakrantíð í hesi grein, har Magnus Jákupsson eigur metið á 51.91.

Tey bæði Bartal og Elisabeth royndu seg eisini í gjár her á EM 2024, og gekk tað heilt ókey. Elisabeth svam 2:23.85 í 200 rygg, har besta tíð hjá henni er 2:17.59, og Bartal svam 1:05.70 í 100 bringu, har besta hjá honum er 1:05.44, og føroyska metið h´já Rólandi Toftum (1998, SuSvim) 1:05.35.

Føroysk úrslit til nú á EM 2024

  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) 2:23.85 í 200 rygg (nr 25 av 26)
  • Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 1:05.70 í 100 bringu (nr 47 av 48)
  • Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 52.32 í 100 frí (nr 77 av 85)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.