Føroyskt met og góð úrslit annars á EM 2024

Evropameistarastevnan 2024 endaði nú sunnudagin, har tey bæði Elisabeth Erlendsdóttir (2005) og Bartal E. Eidesgaard (2003) úr Havnar Svimjifelag luttóku fyri Føroyar. Sí úrslitini her á SwimRankings

Bartal og Elisabeth á EM 2024. Jón Bjarnason eigur myndina

Føroysku úrslitini vóru hesi:

  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) 2:23.85 í 200 rygg (nr 25 av 26)
  • Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 1:05.70 í 100 bringu (nr 47 av 48)
  • Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 52.32 í 100 frí (nr 77 av 85) – persónligt met
  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) 30.09 í 50 rygg (nr 24 av 25)
  • Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 29.27 í 50 bringu (nr 36 av 40) – føroyskt met
  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) 1:06.59 í 100 rygg (nr 21 av 22)
  • Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 50 frí 23.85 í 50 frí (nr 70 av 74) – persónligt met

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.