Startlisti til EJM 2024

Evropeiska JuniorMeistarastevnan 2024 verður í Vilnius í Litava nú týsdagin 2. juli til sunnudagin 7. juli, við luttøku av eisini tveimum føroyskum svimjarum. Viðfestur er startlistin sum hann sær út beint nú, áðrenn møguligar broytingar á tekniska fundinum í morgin.

EJM-landsliðið har vesturi í gjár. Anna Mohr eigur myndina

Teir báðir úr Føroyum, eru Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjifelag og Heini M. Askham (2006) úr Ægir. Teir fara at luttaka í hesum kappingum:

Heini M. Askham

  • 200 frí – tilm.tíð 1:56.17 (nr 54 av 66)
  • 400 frí – tilm.tíð 4:03.67 (nr 51 av 63)
  • 800 frí – tilm.tíð 8:42.07 (nr 37 av 39)
  • 1500 frí – tilm.tíð 16:38.00 (nr 28 av 28)

Isak D. Brisenfeldt

  • 50 frí – tilm.tíð 25.21 (nr 75 av 79)
  • 100 frí – tilm.tíð 52.89 (nr 62 av 74)
  • 400 frí – tilm.tíð 4:05.56 (nr 56 av 63)
  • 50 firvald – tilm.tíð 25.74 (nr 50 av 64)
  • 100 firvald – tilm.tíð 56.70 (nr 58 av 66)
  • 200 firvald – tilm.tíð 2:07.41 (nr 37 av 42)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.