Isak 2:05.22 og nýtt føroyskt met í 200 firvald

Isak Brisenfeldt (2006, HS) megnaði í morgun at seta stórt nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hann á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Vilnius svam seg til úrslitið 2:05.22. Óli Mortensen átti metið á 2:06.05, frá FM á langgeil í 2016, meðan besta tíð hjá Isaki áðrenn hetta var 2:07.41 frá Danish Open í apríl mánaða.

Isak í Vilnius. Gunnvá Thomsen eigur myndina

Tíðin er neyðturviliga eisini nýtt føroyskt juniormet, eftirsum at Isak enn er juniorur, her hann luttekur á EJM. Tað metið var hasar 2:07.41 hjá Isaki

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.