Her vóru nøkur met sum manglaðu í uppgerðini í morgun – nevniliga at okkara stafettir bæði hjá gentum og dreingjum settu nýgg føroysk landsliðsmet í 4×100 blandað fyri juniorar, genturnar við 4:37.30 og dreingirnir við 4:07.99. Sí úrslitalistarnar her
Tær sum settu landsliðsmet hjá juniorgentum, vóru Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim) 1:09.59 í 100 rygg, Lea O. Højsted (2008, Ægir) 1:16.06 í 100 bringu, Róa Trygvadóttir (2008, Ægir) 1:07.80 í 100 firvald og Jórun Winther (2011, SuSvim) 1:03.87 í 100 frí. Her var einki met áðrenn, men er metið fyri feløg til samanberingar 4:39.73.
Teir sum settu landsliðsmet hjá juniordreingum, vóru Óli Mikkelsen (2008, HS) 1:03.61 í 100 rygg, Fróði Hansen (2008, FS) 1:09.46 í 100 bringu, Bárður Ólavsson (2008, FS) 1:02.24 í 100 firvald og Líggjas Joensen (2008, Ægir) 52.68 í 100 frí. Gamla metið var her 4:13.75, frá NMU í 2012.