Líggjas 4:06.17 og gull í 400 frí á NMU 2024

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í morgun at vinna eitt gullheiðursmerki afturat á Norðurlendsku Meistarstevnuni fyri Ung 2024, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 4:06.17. Sí úrslitalistan her

Líggjas gull í 400 frí á NMU 2024. Rakul í Lágabø eigur myndina

Tað var ein harður kampur, fyrst við danska Sigurd S. Kristensen sum legði út fyrstu 50 við 27.56 har Líggjas svam 28.45, og 58.68 við 100 har Líggjas svam 58.99, áðrenn svenski Troy Sevonon tók yvir og vendi við 2:02.16 við 200 har Líggjas vendi við 2:02.28, og 2:33.83 við 250 har Líggjas svam 2:33.92.

Síðani tók Líggjas yvir við 3:05.05 við 300, sum so einans hóttur av norska William Hellum Nygård sum kom skúmandi við 3:05.93 har við 300. Men munurin helt og Líggjas átti frægasta endaspurt, bæði síðstu 100 og síðstu 50.

Endin varð so at Líggjas vann gull við 4:06.17, norski William Hellum Nygård silvur við 4:07.24, og svenski Troy Sevonen bronsu við 4:07.34.

Líggjas hevur svomið skjótari fyrr, nevniliga 4:03.57 á Danish Open 2024. Men tað er líkamikið í dag, tí í dag snúði tað seg fyrst og fremst um gullið 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.