Nógv met á NMU 2024

Nù síggjast úrslitini frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2024 á SwimRankings, har vit millum annað kunnu síggja at Føroyar endaðu sum nr 6 av 9 londum, og at 9 av okkara 11 svimjarum betraðu seg minst éina ferð í onkrari einstaklingagrein, og 20 ferðir tilsamans, umframt at tey standa at hava sett 4 føroysk met og 6 føroysk juniormet.

Størstu betring í prosentum, átti Silas Dam Lindberg (2008) úr Havnar Svimjifelag, sum fór frá bestu tíð 59.35 í 100 frí, til nú at hava svomið 55.52. Hetta er betring á 114,3%, frá 492 AQUA-stig á Reykjavík International í januar, til nú 601 stig.

SwimRankings boðar hartil frá fylgjandi føroyskum metum og juniormetum:

New records in “Faroe Islands Records”

  • Open Men 50m 4 x 200m Freestyle 7:56.77 03.07.2024 Helsinki (FIN) Faroe Islands FRO
  • Open Men 50m 4 x 100m Medley 4:07.99 02.07.2024 Helsinki (FIN) Faroe Islands FRO
  • Open Women 50m 100m Breaststroke 1:14.06 03.07.2024 Helsinki (FIN) HOJSTED, Lea Osberg 08
  • Open Women 50m 4 x 100m Medley 4:37.30 02.07.2024 Helsinki (FIN) Faroe Islands FRO

New records in “Faroe Islands Age Group Records”

  • 15 – 18 Men 50m 200m Freestyle 1:53.14 02.07.2024 Helsinki (FIN) JOENSEN, Liggjas 08
  • 15 – 18 Men 50m 4 x 100m Freestyle 3:40.52 02.07.2024 Helsinki (FIN) Faroe Islands FRO
  • 15 – 18 Men 50m 4 x 200m Freestyle 7:56.77 03.07.2024 Helsinki (FIN) Faroe Islands FRO
  • 15 – 18 Men 50m 4 x 100m Medley 4:07.99 02.07.2024 Helsinki (FIN) Faroe Islands FRO
  • 15 – 18 Women 50m 100m Breaststroke 1:14.06 03.07.2024 Helsinki (FIN) HOJSTED, Lea Osberg 08
  • 15 – 18 Women 50m 4 x 100m Medley 4:37.30 02.07.2024 Helsinki (FIN) Faroe Islands FRO

Tilsamans 4 føroysk met og 6 føroysk juniormet, har tey í liðsvimjing eru landsliðsmet.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.