Nógv føroysk met og juniormet í seinastuni

Hesir síðstu mánaðirnir hava verið sera góðir fyri føroyska svimjing, tá ið tað kemur til betring av føroyskum metum og juniormetum. Her er eitt yvirlit yvir met sett síðani í mai.

Føroysk met og landsliðsmet (11)

  • 10/5-24 Lea O. Højsted 2:41.82 í 200 bringu á FML24 (50m) í Vági
  • 10/5-24 Ægir mix 3:53.85 í 4×100 blandað á FML24 (50m) í Vági
  • 12/5-24 HS menn 3:36.87 í 4×100 frí á FML24 (50m) í Vági
  • 21/6-24 Bartal E. Eidesgaard 29.27 í 50 bringu á EM24 (50m) í Beograd
  • 28/6 HS menn 7:40.27 í 4×200 frí á TO24 (25m) í Tórshavn
  • 28/6 HS menn 3:55.14 í 4×100 blandað á TO24 (25m) í Tórshavn
  • 2/7-25 Isak D. Brisenfeldt 2:05.22 í 200 firvald á EJM24 (50m) í Vilnius
  • 2/7-24 SSF kvinnur 4:37.30 í 4×100 blandað á NMU24 (50m) í Helsinki
  • 2/7-24 SSF menn 4:07.99 í 4×100 blandað á NMU24 (50m) í Helsinki
  • 3/7-24 Lea O. Højsted 1:14.06 í 100 bringu á NMU24 (50m) í Helsinki
  • 3/7-24 SSF menn 7:56.77 í 4×200 frí á NMU24 (50m) í Helsinki

Føroysk juniormet og juniorlandsliðsmet (10)

  • 10/5-24 Lea O. Højsted 2:41.82 í 200 bringu á FML24 (50m) í Vági
  • 10/5-24 HS mix 3:53.85 í 4×100 frí á FML24 (50m) í Vági
  • 11/5-24 HS menn 8:12.20 í 4×200 frí á FML24 (50m) í Vági
  • 2/7-25 Isak D. Brisenfeldt 2:05.22 í 200 firvald á EJM24 (50m) í Vilnius
  • 2/7-24 Líggjas Joensen 1:53.14 í 200 frí á NMU24 (50m) í Helsinki
  • 2/7-24 SSF kvinnur 4:37.30 í 4×100 blandað á NMU24 (50m) í Helsinki
  • 2/7-24 SSF menn 4:07.99 í 4×100 blandað á NMU24 (50m) í Helsinki
  • 2/7-24 SSF menn 3:40.52 í 4×100 frí á NMU24 (50m) í Helsinki
  • 3/7-24 Lea O. Højsted 1:14.06 í 100 bringu á NMU24 (50m) í Helsinki
  • 3/7-24 SSF menn 7:56.77 í 4×200 frí á NMU24 (50m) í Helsinki

Tilsamans eini 11 føroysk met og 10 føroysk juniormet í mai, juni og juli, sum er næstan líka nógv sum vit plaga at síggja uppá eitt ár. Svimjiárið 2022-2023 vórðu tað t.d. sett 11 føroysk met og 11 føroysk juniormet, og í 2021-2022 14 føroysk met og 14 føroysk juniormet.

Til aðalfundin í apríl var støðan 1 føroyskt met og 8 føroysk juniormet í svimjiárinum 2023-2024, og er hon tí nú eini 12 føroysk met og 18 føroysk juniormet, um ikki okkurt er yvirsæð í rúgvuni. Svimjiárið endar hin 31. august.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.