Ófør úrslit á EJM 2024 eisini

Teir báðir Heini og Isak luttaka sum kunnugt hesa vikuna á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni 2024, í Vilnius í Litava. Og har gongur heilt væl hjá teimum, nú Isak fyrr í vikuni setti føroyskt met í 200 firvald, og báðir hava betrað um persónlig met.

Rúni, Heini og Isak í Vilnius. Gunnvá Thomsen eigur myndina

Úrslitaskipanin er tíverri heldur tung at dansa við, nú hon eftir øllum at døma bara finst í app. Men, avskrivað eru úrslitini …

Týsdag 2. juli

  • Heini M. Askham (2006, Ægir) 200 frí
    – úrslit 1:56.51 (nr 53 av 65)
    – tilm.tíð 1:56.17 (nr 54 av 66)
  • Isak D. Brisenfeldt (2006) HS 200 firvald
    – úrslit 2:05.22 (nr 28 av 40)
    – persónligt met, føroyskt met og juniormet
    – tilm.tíð 2:07.41 (nr 37 av 42)

Mikudag 3. juli

  • Heini M. Askham (2006, Ægir) 1500 frí
    – úrslit 16:55.11 (nr 26 av 26)
    – tilm.tíð 16:38.00 (nr 28 av 28)

Hósdag 4. juli

  • Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) 100 firvald
    – úrslit 55.84 (nr 44 av 63)
    – persónligt met
    – tilm.tíð 56.70 (nr 58 av 66)
  • Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) 50 frí
    – úrslit 24.03 (nr 54 av 77)
    – persónligt met
    – tilm.tíð 25.21 (nr 75 av 79)

Fríggjadag 5. juli

  • Heini M. Askham (2006, Ægir) 800 frí
    – úrslit 8:40.96 (nr 34 av 37)
    – persónligt met
    – tilm.tíð 8:42.07 (nr 37 av 39)

Leygardag 6. juli

  • Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) 100 frí
    – úrslit 52.34 (nr 50 av 70)
    – tilm.tíð 52.89 (nr 62 av 74)
  • Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) 50 firvald
    – úrslit 25.15 (nr 34 av 63)
    – tilm.tíð 25.74 (nr 50 av 64)

Og so eftir at svimja …

Sunnudag 7. juli

  • Heini M. Askham (2006, Ægir) 400 frí
    – tilm.tíð 4:03.67 (nr 51 av 63)
  • Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) 400 frí
    – tilm.tíð 4:05.56 (nr 56 av 63)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.