Lýsing eftir aðalskrivara til Svimjisamband Føroya

Svimjisamband Føroya (SSF) leitar eftir aðalskrivara, at taka við hin 1. september 2024.

Um SSF

SSF er hægsti myndugleiki í øllum svimjiviðurskiftum í Føroyum. Endamálið er at menna og skapa áhuga fyri svimjiítróttina, at betra um heilsustøðuna og møguleikanum fyri lívbjargni, og at seta krøv til lívbjarging og trygd í sambandi við svimjing.

SSF virkar fyri samstarvi, tryggleika og trivnaði í føroyskari svimjing, so at sum flest kunnu íðka trygt á tí støði og við tí førleika, sum viðkomandi hevur.

Starvið

Aðalskrivarin hevur, saman við starvsnevndini, evstu ábyrgd av dagliga virkseminum hjá SSF.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um vanligt fyrisitingarligt arbeiði, fundarluttøku og fyriskipan av tiltøkum hj´a SSF í Føroyum og uttanlanda, umframt samskipan og kunning til limafeløg, miðlar og aðrar áhugapartar. Ein týðandi partur av hesum er uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Hartil er ein vaksandi partur at gera stuðuls- og lýsingaravtalur, ofta við kravi um fíggjarætlan og eftirfylgjandi uppgerð, til dømis í sambandi við stuðulsgrunnar ÍSF og World Aquatics.

Førleikakrøv og eginleikar

Viðkomandi útbúgving er ikki ein treyt; men lat okkum hoyra, hvørjar royndir tú hevur við fyrisiting, ella hvat sum ger at júst tú ert vælegnað/ur til hetta starv.

  • Góð evni at lofta nógvum í senn, og at kunna seta seg inn í nýtt
  • Góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Góð evni at samskifta greitt á føroyskum og enskum í skrift og talu
  • Góðir telduførleika

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt og spennandi starv, har tú ert við til at seta dagskránna í einum av fremstu føroysku ítróttarfelagsskapum her og uttanlanda, við møguleika fyri fakligari og persónligari menning.

Løn og setanartreytir

Starvið er hálvtíðarstarv men við møguleika fyri fullum starvi. Arbeiðsstaðið er fleksibult, tó við regluligum uppgávum í Havn og Runavík. Løn og setanartreytir verða eftir nærri avtalu.

Umsókn

Send umsókn, lívsrensl og avrit av møguligum prógvum til Rók í Jákupsstovu á rokur@ssf.fo, í seinasta lagi 8. august 2024 kl 12:00. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til sama.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Við svimjikvøðu

Starvsnevnd SSF

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.