Líggjas 16:14.08 og danskur meistari og juniormeistari í 1500 frí

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at vinna gull og junior-gull á donsku meistarastevnuni á langgeil 2024, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 16:14.08. Hetta í hørðum dysti við Malthe Elias Wolgast (2006) úr Vejle, sum Líggjas tók í spurtinum. Sí úrslitalistan her

Tað var eitt sindur aftur og fram hjá teimum, teir fyrstu 350-400 metrarnar, har Líggjas førdi aftaná 50m, síðani Malthe aftaná 100m, so Líggjas frá 150m til 300m, áðrenn Malthe legði seg framum og helt seg á odda, líka til 1450. Og har vísir tað seg so aftur og aftur, at Líggjas eigur eitt sindur til endaspurtin.

Líggjas gull í 1500 frí á DM & DMJ 2024. Dian Berent Nygaard Pedersen eigur myndina

Skjótasta tið hjá Líggjasi nakrantíð, er 16:13.58 frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung nú fyrst í juli mánaða. Í kappingini í dag svam italski Marco Lafronza allarskjótast, 15:53.28, sum gestasvimjari ið tí ikki kundi kappast um DM-gull, har reglurnar hjá dønum loyva grønlendingum og føroyingum, at luttaka eisini.

Líggjas hevur til nú vunnið hesi heiðursmerki á DM/DMJ 2024 …

á DMJ 2024

  • silvur í 4×200 frí
  • bronsu í 800 frí
  • silvur í 200 frí
  • gull í 1500 frí

á DM 2024

  • bronsu í 800 frí
  • gull í 1500 frí

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.