Kunning um evropeiskar meistarastevnur í 2025

European Aquatics kunngjørdi fyri løtu síðani hvar flestu evropeisku meistarastevnur verða í 2025, eftir at vit fyrst í juli fingu dagfestingarnar. EM U23 og EJM verða í Slovakia í juni/juli, meðan EMS og EMS fyri masters verða í Póllandi í desember. Sí len.eu

Fyri okkum eru hesar stevnur væl mest viðkomandi

  • EM U23 26. – 28. juni í Slovakia
  • EJM 1. – 6. juli í Slovakia
  • EMS 2. – 7. desember í Póllandi

Hartil kanska EM í Open Water 20. – 31. mai, og EMS fyri masters 10. – 16. desember í Póllandi

Hesi tiltøk eru løgd í kalendaran hjá SSF

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.