Her eru úrslitini frá svimjistevnuni HS Open, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 28. og sunnudagin 29. september 2024. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Bestu avrik
Besta avrik yvirhøvur á hesi stevnu, var Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) 1:11.78 og 655 AQUA-stig í 100 bringu. Hendan tíðin er undir kravtíð til Oyggjaleikir 2025 á Orkney, sum er 1:12.17.
Besta avrik hjá monnum, var Isak Brisenfeldt (2006, HS) 52.38 og 627 AQUA-stig í 100 frí.