Svimjarar úr Havnar Svimjifelag gjørdu aftur í dag vart við seg, á “International Swimming Competition For The School Director’s Cup – ZSOMS Kraków”. Bartal og Isak vunnu ávikavíst gull og silvur í 100 frí, og Isak setti eftir øllum at døma juniormet í 200 firvald.
- Bartal E. Eidesgaard (2003) 51.35 og gull í 100 frí (665 AQUA-stig)
- Isak D. Brisenfeldt (2006) 51.84 og silvur í 100 frí (647 AQUA-stig)
- Óli Mikkelsen (2008) 1:01.24 og silvur í 100 rygg 15-16 ár (491 AQUA-stig)
- Bartal E. Eidesgaard (2003) 57.71 og gull í 100 blandað (622 AQUA-stig)
- Isak D. Brisenfeldt (2006) 2:02.66 og gull í 200 firvald (661 AQUA-stig)
Tað sær sostatt út til, at Isak D. Brisenfeldt setti stórt nýtt føroyskt juniormet, við at svimja 2:02.66 í 200 firvald, har hansara egna met frá NM/NJM í Tartu í desember í fjør var 2:03.62. Óli Mortensen eigur føroyska metið á 2:01.46, frá tá ið hann vann gull á Oyggjaleikum á Gotlandi í 2017.
