Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti nú seinnapartin stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Ægir Open í Klaksvíkar Svimjihøll svam seg til úrslitið 2:34.89. Sí úrslitalistan her
Emma F. Nystrøm (1996, HS) átti føroyska metið á 2:36.12, frá FM á stuttgeil í mai 2014, meðan Ásbjørg Hjelm (1999, Ægir) átti føroyska juniormetið á 2:37.08, frá tá ið hon vann bronsu á Oyggjaleikum á Jersey í 2015.
Besta tíð hjá Leu áðrenn hetta, var 2:37.24 frá tá ið hon vann silvur á Oyggjaleikum á Guernsey í fjør. Sostatt ein persónlig betring á 2,39 sekund hjá Leu sjálvari, til nú at hava betrað føroyska metið við 1,23 sekund.
Kravtíðin til Oyggjaleikir á Orkney 2025 er 2:36.98, meðan kravtíðin hjá eldri juniorgentum til NJM 2024 í Vejle er 2:35.35. Lea hevur sostatt klárað báðar hesar, meðan kravtíðin til HMS 2024 er heldur harðari, 2:28.40.