Líggjas 7:55.67 og gull í 800 frí á DMJ á stuttgeil 2024

Líggjas Joensen (2008, Ægir) vann fyri løtu síðani gull á donsku juniormeistarastevnuni á stuttgeil 2024, tá ið hann í 800 frí svam seg til úrslitið 7:55.67, frammanfyri Sander F. H. Johnsen á 7:56.05 og Mathias Hald á 8:12.97. Sí úrslitalistan her á Swimify

Líggjas Joensen á DMJ 2024. Líggjas eigur myndina

Hetta var stórt nýtt persónligt met hjá Líggjasi, við 17.53 sekundum, í mun til 8:13.20 frá Vestdanske í Aarhus fyrst í hesum mánaði.

Líggjas er nú hin triðskjótasti føroyingur nakrantíð í hesi grein, aftanfyri Pál Joensen á 7:36.24 og Óla Mortensen á 7:53.68.

Tað var annars ein harður kampur við Sander, ið reyk avstað frá byrjan av, og lá hálvt til heilt sekund frammanfyri Líggjas, líka til s´íðstu 50 tá ið Líggjas svam 27.84 í mun til Sander 29.54. Sí splitt-tíðir og tað her

Tað hoyrir við til søguna, at Líggjas er árgang 2008, meðan Sander er føddur í 2007. Hinvegin hevur Mathias tíðina fyri seg, nú hann er føddur í 2009.

Tíðin hjá Líggjasi nú, gevur 793 AQUA-stig.

Hann hevur hervið vunnið sær gullnál við stjørnu, sum er besta nál í skipanini hjá okkum, hartil kravtíðin í 800 frí er 7:59.66

Og hann hevur klárað kravtíð til HM á stuttgeil 2024, sum verður í Budapest í desember. Hartil er kravtíðin 8:01.30, sum ásett av AQUA.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.