Líggjas 1:48.24 og silvur í 200 frí á DMJ á stuttgeil 2024

Líggjas Joensen (2008, Ægir) svam seg fyri løtu síðani til flott silvurheiðursmerki á donsku juniormeistarastevnuni 2024, tá ið hann í A-finaluni í 200 metra frísvimjing varð nr 2 við tíðini 1:48.24, aftanfyri Lucas Linderoth á 1:47.71. Sí úrslitalistan her

Líggjas á DMJ á stuttgeil 2024. Líggjas eigur myndina.

Hetta var enn eitt stórt persónligt met hjá Líggjasi, í mun til 1:49.83 í morgun, og áðrenn tað 1:50.62 frá VestDanske í Aarhus fyrst í oktober mánaða. Kravtíðin til HM er 1:47.72 í hesi grein, meðan kravtíðir til NM/NJM og Oyggjaleikir eru væl lakari.

Tíðin gevur 773 AQUA-stig, sambært úrslitalistanum hjá dønum

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.