Líggjas 15:11.97 og gull í 1500 frí á DMJ á stuttgeil 2024

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at vinna sær eitt gull afturat á donsku juniormeistarastevnuni 2024, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 15:11.97. Sí úrslitalistan her á Swimify

Tað varð ein knúsandi sigur, har hann legði seg á odda beinanvegin, til at føra við eini kroppslongd tá ið einir 125 metrar vóru svomnir, og síðani økja so við og við, til allir vóru yvirhálaðir við minst 50 metrum.

Tíðin 15:11.97 er persónligt met við 26,94 sekundum hjá Líggjasi, í mun til 15:38.91 sum hann svam á VestDanske í Aarhus fyrst í desember. Hartil fyrstu ferð at Líggjas hevur svomið seg upp á 800 AQUA-stig, hartil kravið er 15:12.27

Líggjas er nú hin triðskjótasti føroyingurin nakrantíð í 1500 metra frísvimjing á stuttgeil, aftanfyri Pál Joensen (1990, SuSvim) á 14:26.54 og Óla Mortensen (1996, HS) á 15:02.27.

Við fyrivarni fyri at listarnir møguliga ikki eru komplettir, so sær tað út til at Líggjas fer at liggja ovast á evropeisku listunum yvir juniorar í 800 og 1500 frí, her á SwimRankings. Her eru teir elstu árgang 2007, meðan Líggjas er 2008.

Føroyska juniormetið hjá Páli er óhugnaliga skjótt, 14:39.99 frá EM á stuttgeil í 2008. Og føroyska metið er neyðturviliga hasar 14:26.54, frá HM á stuttgeil í 2014.

Líggjas hevur til nú vunnið gull í 800 og 1500 metra frí, umframt silvur í 200 frí, á hesari donsku juniormeistarastevnu. Í morgin skal hann royna seg í 400 frí.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.