Líggjas 3:50.31 og gull í 400 frí á DMJ á stuttgeil 2024

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at vinna sær sítt triðja gullheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á stuttgeil 2024, tá ið hann í A-finaluni í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 3:50.31. Sí úrslitalistan her

Líggjas á DMJ á stuttgeil 2024. Líggjas eigur myndina.

Hetta var persónligt met við 4,03 sekundum, í mun til hansara 3:54.34 frá VestDanske í Aarhus fyrst í oktober mánaða, og er hann nú triðskjótasti føroyingur nakrantíð í hesi grein, aftanfyri Pál Joensen (1990, SuSvim) á 3:40.12 og Óla Mortensen (1996, HS) á 3:48.67. Sí listan her

Kappingin nú var eitt sindur aftur og fram, við at fyrst liðfelagin Sigurd S. Kristensen legði seg framum, og seinni Sander F. H. Johnsen eitt strekki, áðrenn Líggjas setti sín eftirhondini tiltikna endaspurt inn, til at svimja síðstu 50 metrar uppá 27,46 sekund.

Úrslitið nú er tveir hundraðpartar frá kravtíðini 3:50.29 hjá World Aquatics til HM á stuttgeil 2024, sum merkir at hann sum er ikki sleppur at svimja hesa grein har, eftirsum at hann longu hevur klárað kravtíð í 800 og 1500 frí.

Kravtíðarskeiðið endar tó ikki fyrr enn við FM á stuttgeil 2024, sum er næsta vikuskiftið, so tá ber til at royna aftur.

Líggjas endaði sostatt við at vinna gull í 400, 800 og 1500 metra frísvimjing, umframt silvur í 200 metra frísvimjing, á hesi donsku juniormeistarastevnu.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.