Líggjas trífaldur danskur juniormeistari og gullnál við stjørnu

Líggjas Joensen megnaði í vikuskiftinum at vinna trý gullheiðursmerki og eitt úr silvuri á donsku juniormeistarastevnuni á stuttgeil 2024, við sera stórum betringum av sínum bestu tíðum.

Hartil svam hann tvær ferðir undir kravtíð hjá altjóða svimjisambandinum til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil 2024, við tíðum sum rukku til gullnál við stjørnu frá Svimjisambandi Føroya.

Líggjas á DMJ á stuttgeil 2024. Líggjas eigur myndina

Úrslitini vóru øgilig hjá Líggjasi:

  • 1:48.24, 773 AQUA-stig og silvur í 200 frí, har kravtíðin til HM er 1:47.72
    – besta tíð hjá Líggjasi áðrenn hetta, var 1:50.62 frá VestDanske fyrst í oktober
    – vinnaratíðin á Oyggjaleikum 2023 á Guernsey, var 1:51.89
  • 3:50.31, 782 AQUA-stig og gull í 400 frí, har kravtíðin til HM er 3:50.29
    – besta tíð hjá Líggjasi áðrenn hetta, var 3:54.34 frá VestDanske fyrst í oktober
    – vinnaratíðin á Oyggjaleikum 2023 á Guernsey, var 3:57.01
  • 7:55.67, 793 AQUA-stig og gull í 800 frí, har kravtíðin til HM er 8:01.30
    – besta tíð hjá Líggjasi áðrenn hetta, var 8:13.20 frá VestDanske fyrst í oktober
    – vinnaratíðin á Oyggjaleikum 2023 á Guernsey, var 8:13.03
  • 15:11.97, 800 AQUA-stig og gull í 1500 frí, har kravtíðin til HM er 15:20.42
    – besta tíð hjá Líggjasi áðrenn hetta, var 15:38.91 frá VestDanske fyrst í oktober
    – vinnaratíðin hjá Líggjasi á Oyggjaleikum 2023 á Guernsey, var 15:54.63

Øll hesi úrslit eru greitt undir kravtíðirnar til Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna í Vejle, fyrst í desember, umframt til Oyggjaleikir á Guernsey í juli 2025.

Og so var tað, tá ið hann svam seg til gullið í 800 frí, at hann samstundis svam seg undir kravið til gullnál við stjørnu frá Svimjisambandi Føroya, sum er 7:59.66. Tíðin í 1500 frí var eisini undir kravið á 15:17.38; men tá hevði hann longu gjørt tað í 800.

Líggjas er úr Gøtu og upprunaliga úr Svimjifelagnum Reysta, til hann fyri árum síðani skifti til Ægir, eins og systurin Jonna nakað áðrenn hann. Síðani í summar býr familjan Joensen í Aalborg, har tey bæði venja og kappast við Aalborg Svømmeklub.

One thought on “Líggjas trífaldur danskur juniormeistari og gullnál við stjørnu”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.