Nógvir føroyskir svimjarar til Køge Open 2024

Hetta vikuskiftið er Køge Open 2024, við luttøku av eisini nógvum føroyskum svimjarum. Startlistarnir eru tøkir á Swimify, har úrslit eisini fara at kunna finnast.

Tey eru 46 svimjarar tilsamans

  • 26 úr Havnar Svimjifelag
  • 15 úr Suðuroyar Svimjifelag
  • 5 úr Ægir

Hartil venjarar og ferðaleiðarar og onnur afturat teimum.

Stevnan er sum vant í tveimum, har tey yngru fyrst kappast í Herfølge og tey eldru í Køge, áðrenn felags finalupartar í Køge leygarkvøldið og sunnukvøldið.

Startlistar og úrslit

Í báðum støðum sær tað út til at føroyskir svimjarar eisini fara at kunna kappast um heiðursmerki.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.