Norðurlendska Meistarastevnan byrjaði við innleiðandi riðlum í morgun, og fingu vit nakrar svimjarar víðari til finalur bæði á NM og NJM 2024, umframt nøkur persónlig met.
Líggjas Joensen (2008, Ægir) og Lea O. Højsted (2008, Ægir) liggja væl fyri til heiðursmerki; men kappingin er hørð.
Hartil hava Isak Brisenfeldt (2006, HS) og Áki Eliassen (2006, HS) sjálvsagt ein kjans, við tað at teir komu víðari til finalu.

Finalupláss í dag
NJM 2024
- Líggjas Joensen (2008, Ægir) 3:53.86 og #1 av 17 í 400 frí
- Lea O. Højsted (2008, Ægir) 2:34.40 og #2 av 11 í 200 bringu
NM 2024
- Isak Brisenfeldt (2006, HS) 54.30 og #6 av 9 í 100 firvald
- Áki Eliassen (2006, HS) 59.65 og #8 av 9 í 100 firvald
Hartil hava vit mennirnar við í NM-finaluni í 4×200 frí, uttan at svomið varð um tað í morgun. Vit hava fleiri sum kunnu svimja ein góðan 200 metur, og møguleiki burdi tí verið fyri einum góðum úrsliti, eisini her.
Persónlig met í morgun
- Heini M. Askham (2006, Ægir) 1:05.11 í 100 bringu (besta tíð var 1:05.86)
- Isak Brisenfeldt (2006, HS) 23.56 í 50 frí (besta tíð var 23.80)
- Silas Dam Lindberg (2008, HS) 4:07.39 í 400 frí (besta tíð var 4:08.65)