Óførur fyrsti dagur á NM/NJM 2024

Nú fyrsti dagur er avgreiddur av trimum, á hesi Norðurlendsku Meistarastevnu og JuniorMeistarastevnu, kunnu vit staðfesta at avrikið longu er so mikið gott, at vit skulu langt aftur í bøkurnar til at finna nakað líknandi.

NJM-gull í 400 frí fyri menn, NJM-bronsu og stórt føroyskt met í 200 bringu fyri kvinnur, og NM-bronsu og risastórt føroyskt landsliðsmet í 4×200 frí fyri menn.

Vónandi fáa tey hvílt nóg væl, til dyst aftur í morgin og ovurmorgin.

Finaluúrslit á NM/NJM 2024 til nú:

Um vit hyggja at bara tá ið vit hava vunnið gullheiðursmerki á NM og/ella NJM …

Í 2019 vann Signhild Joensen (2000, Ægir) NM-gull í 100 og 200 rygg, og Vár E. Eidesgaard (2001, HS) gull í 1500 frí og silvur í 400 frí.

Í 2017 vann Óli Mortensen (1996, HS) NM-gull í 150 frí og Signhild Joensen NM-gull í 200 rygg og NM-bronsu í 100 rygg.

Í 2016 vann Marius I. Gardshodn (1998, HS) NM-gull í 1500 frí og Signhild Joensen (2000, Ægir) NJM-bronsu í 200 rygg.

Í 2013 vann Birita Debes (1995, Ægir) NM-gull í 100 rygg og silvur í 50 rygg, Turið S. Christiansen (1996) NM-bronsu í 100 og 200 rygg, Óli Mortensen (1996, HS) NJM-bronsu í 1500 frí, og kvinnurnar NM-silvur í 4×100 frí og bronsu í 4×200 frí.

Í 2011 vann Guðrun Mortensen (1997, SuSvim) NJM-gull í 50 frí, Magnus Jákupsson (1994, HS) NJM-silvur í 100 frí og 100 og 200 rygg, Heðin L. Olsen (1994, Ægir) NJM-bronsu í 50 frí og Cecilia Eysturdal (1996, Ægir) NJM-bronsu í 400 frí.

Í 2010 vann Birita Debes (1995, Ægir) NJM-gull í 100 rygg.

Í 2007 vann Pál Joensen (1990, SuSvim) NJM-gull í 200, 400 og 1500 frí, og Kári J. á Høvdanum (1990, Ægir) NJM-silvur í 50 rygg og -bronsu í 100 rygg.

Longri havi eg ikki hugt – men haldi meg vita, at NJM 2007 í Havn tá var greitt hitt besta avrikið nakrantíð, nakrantíð hjá føroyingum á NJM, har NM so ikki kom afturat fyrr enn í 2011. Tvs. at har vóru helvtina so nógv heiðursmerki at vinna, tá.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.