Rætting: Isak er enn juniorur, so hansara føroyska met er eisini juniormet
Hóast ikki alt gekk eftir vild í dag, so megnaðu føroyskir svimjarar at heinta okkum gull á NM og silvur á NJM, umframt flott føroysk met og juniormet. Sí úrslitini her á Swimify

Finaluúrslit á NM/NJM 2024 í dag:
- Líggjas Joensen (2008, Ægir) 15:20.28 og NJM-silvur í 1500 frí
- Heini M. Askham (2006, Ægir) skjótur men kolldømdur í 200 blandað
- Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) 1:10.07 og nr 6 av 8 í 100 bringu – føroyskt met og juniormet
- Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) 1:59.39 og NM-gull í 200 firvald – føroyskt met og juniormet
- Genturnar (2003, SSF) 4:23.68 og nr 6 av 7 í 4×100 blandað