Triði og síðsti morgun er avgreiddur á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2024, og fingu vit aftur nakrar svimjarar í finalur seinnapartin, umframt okkurt persónligt met.

Finalupláss í dag
NJM 2024
- Líggjas Joensen (2008, Ægir) 1:50.21 og #2 av 27 í 200 frí
- Fróði Hansen (2008, FS) 2:28.03 og #9 av 12 í 200 bringu
- Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) og #11 av 13 í 200 blandað
- Róa Trygvadóttir (2008, Ægir) og #12 av 13 í 200 blandað
Hartil er liðsvimjingin hjá juniorgentum við í finaluni í 4×100 frí, hjá monnum í 4×100 frí, og hjá mix-liði í 8×50 frí, uttan at svomið varð um tað í morgun.
NM 2024
- Heini M. Askham (2006, Ægir) 4:47.39 og #7 av 8 í 400 blandað
- Alisa Vestergård (2003, SuSvim) 58.69 og #8 av 9 í 100 frí
Persónlig met í morgun
- Silas Dam Lindberg (2008, HS) 1:56.21 í 200 frí (besta tíð var 1:58.92)