Fyribils startlistar til HMS 2024

HeimsMeistarastevnan á stuttgeil 2024 verður týsdag 10. til sunnudag 15. desember, í Budapest í Ungarn. Fyribils luttakaralistar síggjast nú her á Omegatiming, sum ikki óvæntað boða frá harðari kapping.

sunset building architecture tower
Photo by Pixabay on Pexels.com

Føroysku tilmeldingarnar eru:

  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) 100 og 200 rygg
  • Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) 100 og 200 bringu
  • Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) 100 og 200 firvald
  • Líggjas Joensen (2008, Ægir) 400 og 800 frí

Hartil allar tríggjar møguligar liðsvimjingar, í 4×50 frí, 4×50 blandað og 4×100 blandað fyri mix-lið.

Málsetningurin er greiður, at royna at svimja seg til 32. pláss, sum er kravið til at vera á stigi 2 í nýggju úrvalsskipanini. Um ikki eitt 16. pláss, ið er kravið til at vera á stigi 1.

Men tað verður ikki lætt, tí luttøkan er stór og góð á hesi heimsmeistarastevnu.

Besta møguleika hevur nokk Líggjas, sum er styrkismettur sum júst nr 32 av 55 í 400 frí, menu sum tá neyðturviliga skal svimja upp til sítt allarbesta, fyri at liva upp til styrkismetingina.

Hartil liðsvimjingarnar, sum konsekvent eru í harðari kapping við allan heimin, við 40 luttakandi londum í 4×50 frí, 48 luttakandi londum í 4×50 blandað, og 42 luttakandi londum í 4×100 blandað.

Hini hava eisini møguleika, serliga á 200m-teinunum. Men, tað er ikki bara-bara at svimja upp til sítt besta, millum heimsins bestu. Livst so spyrst.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.