So fór fyrsti dagur afturum á HM á stuttgeil 2024, har Elisabeth royndi seg í 100 rygg. Í morgin ári er tað eftir ætlan Lea O. Højsted sum skal royna seg í 100 bringu, umleið kl 8:58 føroyska tíð, og síðani okkara mix-lið í 4×50 blandað, umleið kl 10:15 føroyska tíð.
Til ber at fylgja við úrslitunum her á omegatiming.com, umframt at stroymað verður her á eurovisionsport.com. Tað er ókeypis at fylgja við stroymingini úr Føroyum, um bara tú stovnar tær ein brúkara har.
