Vill byrjan uppá HMS 2024

Fýra heimsmet á rað, í fyrstu fýra kappingargreinum, tað var hvat ið áskoðararnir í Duna Arena upplivdu, tá ið fyrsti finalupartur byrjaði á HM á stuttgeil 2024 í kvøld.

Photo courtesy of LeeveiphuOwn work, CC BY-SA 4.0, Link
  • Fyrst setti Summer McIntosh úr Kanada heimsmet og juniorheimsmet við 3:50.25 í 400 frí, har heimsmetið hjá Li Bingjie frá 2022 var 3:51.30
  • Síðani setti Gretchen Walsh úr USA heimsmet við 23.94 í 50 firvald, har heimsmetið hjá henni frá í morgun var 24.02.
  • Síðani setti Noe Ponte úr Sveis heimsmet við 21.43 í 50 firvald, har heimsmetið hjá honum frá í november var 21.50
  • Síðani setti Kate Douglass úr USA heimsmet við 2:01.63 í 200 blandað, har heimsmetið hjá Katinku Hosszu var 2:01.86

Síðani fall meira friður á, har Shaine Casas úr USA setti stevnumet við 1:49.51 í 200 blandað, og har tað aftaná fór at handla meira um finalupláss í morgin.

Og síðani vant hann seg upp aftur, har 17-ára gamli Kucey Tuncelli úr Turkalandi setti juniorheimsmet við 14:20.64 í 1500 frí, og síðani USA heimsmet við 3:25.01 í 4×100 frí fyri kvinnur og 3:01.66 í 4×100 frí fyri menn.

8 heimsmet í dag, søgdu teir.

Púra vilt

Tað ber til at síggja og endursíggja HM fyri einki her á Eurosport

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.