World Aquatics góðkent Swim Open Tórshavn og FML 2025 sum úttøkustevnur til HM 2025

Altjóða svimjisambandið hevur nú váttað, at hesar báðar stevnur eru góðkendar sum úttøkustevnur til HM 2025 í Singapore:

  • Swim Open Tórshavn hin 24. til 26. apríl 2025
  • FM á langgeil í Vági hin 7. til 8. juni 2025

Har eru ávís krøv sum vit skulu uppfylla afturat, so sum at fullfíggjaðir dómaralistar skulu sendast inn áðrenn stevnustart, og at hyljalongdin skal eftirkannast.

Swim Open Tórshavn sæst longu millum góðkendu stevnur, her hjá World Aquatics, og FM á langgeil kemur væl afturat rættiliga skjótt.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.