Fróði Hansen (2008) úr Fuglafjarðar Svimjifelag megnaði fyri løtu síðani at svimja seg til eitt sættapláss í 200 metra bringusvimjing, tá ið hann í A-finaluni svam seg til úrslitið 2:28.88.
Hetta er nýtt persónligt met hjá Fróða, í mun til 2:29.55 frá Reykjavík International 2025, og megnaði hann sostatt at seta persónligt met í øllum trimum greinum sum hann luttók í.

Úrslitini hjá Fróða á Dubai Open 2025:
- 17:21.07 og nr 6 í 1500 frí – nýtt persónligt met
- 30.79 og nr 15 í innleiðandi 50 bringu – nýtt persónligt met
- 30.87 og nr 9 í B-finaluni í 50 bringu
- 2:31.36 og nr 9 í innleiðandi 200 bringu
- 2:28.88 og nr 6 í A-finaluni í 200 bringu – nýtt persónligt met