Altjóða svimjisambandið hevur nú lagt út dagførdan lista yvir altjóða yvirdómarar og startar, sum m.a. er víðkaður við tveimum føroyingum afturat.
Rakul í Lágabø er nýggjur altjóða yvirdómari, og John D. Olsen nýggjur altjóða startari, og hava vit sostatt nú 4 altjóða yvirdómarar og 3 altjóða startarar.

Hetta er tiltrongt hjá okkum, av tí at World Aquatics sum kunnugt krevur slíkar til stevnur har kravtíðir til heimsmeistarastevnur og OL kunnu klárast.
World Aquatics sjósetur í hesum sama umfari nýggja skipan, har hesi altjóða byrja á bronsu-stigi, og so kunnu arbeiða seg upp til silvur- ella gull-stig.
Í løtuni eru øll á bronsu-stigi, bæði hjá okkum og øðrum.
Sí listan her: https://www.worldaquatics.com/swimming/officials
Lesast kann um nýggju skipanina her hjá World Aquatics