Elisabeth skjótast í C-finalu á TYR Pro Swim Series 2025

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) megnaði í nátt at vinna C-finaluna í 100 rygg á TYR Pro Swim Series 2025 stevnuni í Westmont, Illinios, við tíðini 1:03.78 sum eisini er stórt persónligt met hjá henni. Sí úrslitalistan her

scenic view of city during dawn
Photo by Chait Goli on Pexels.com

Elisabeth var meira enn eitt hálvt sekund skjótari enn næstskjótasti svimjari í C-finaluni, sum var Martine Sorel við 1:04.49. Besta tíð hjá Elisabeth áðrenn hetta, var 1:04.62 frá TYR Pro Swim Series stevnu í Fort Lauderdale í mars í fjør.

Elisabeth varð sostatt nr 17 í hesi kapping, ella nr 15 um man telur tær frá sum svumu spakulari enn hon í B-finaluni. Signhild Joensen (2000, Ægir) eigur føroyska metið, á 1:03.01 frá Bergen Swim Festival í 2018.

Elisabeth var hervið liðug við hesa stevnu, og vórðu úrslitini:

  • 29.98 og #14 av 35 í innleiðandi 50 rygg, víðari til B-finalu
  • 29.49 og #5 av 8 í B-finalu í 50 rygg
  • 2:23.22 og #19 av 20 í innleiðandi 200 rygg, víðari til C-finalu
  • 1:04.99 og #20 av 28 í innleiðandi 100 rygg, víðari til C-finalu
  • 1:03.78 og #1 av 8 í C-finalu í 100 rygg – persónligt met

Besta tíðin í 100 rygg er hartil undir kravtíðina til EM U23 í Slovakia í summar, sum er 725 AQUA stig á talvuni fyri 2024, ella 01:03.81

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.