Danish Open 2025 verður hin 5. til 8. apríl 2025, tvs. við stevnubyrjan um 14 dagar. Startlistarnir síggjast nú her á Swimify, har føroyingar eisini síggjast í millum tey tilmeldaðu.

- úr Aalborg Svømmeklub: Líggjas Joensen (2008)
- úr Fuglafjarðar Svimjifelag: Fróði Hansen (2008) og Rebekka Róðinsdóttir (2007)
- úr Havnar Svimjifelag: Isak Brisenfeldt (2006), Bartal E. Eidesgaard (2003), Áki Eliassen (2006), Ólavur W. Jákupsson (2008), Oddvaldur Leivsson (2008), Silas Dam Lindberg (2008) og Óli Mikkelsen (2008)
- úr Ægir: Lea O. Højsted (2008) og Bárður Ólavsson (2008)
Danish Open er ein hin týdningarmesta kravtíðarstevnan hjá dønum til altjóða meistarastevnur, har listin í ár telur EM U23, EJM, NMU, World University Games, HM, HMJ og EMS.
Svimjisambandið sendir ikki landslið til Danish Open í ár, men stuðlar feløgunum við 4000 kr fyri hvønn sum hevur klárað viðkomandi kravtíð, og har svimur seg til minst éitt úrslit.
Orsøkin til at stuðul verður latin til luttøku á júst Danish Open, er tí at hendan stevna enn er týðandi fyri eisini okkum, í sambandi við møguliga úttøku til Olympisku Leikir. Tað er tí gott, um føroyingar luttaka og venja seg við umstøðurnar har.