Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2025

Svimjisamband Føroya hevði hin 20. mars 2025 sín árliga aðalfund, í ÍSF-húsinum á Eystaru Bryggju í Havn. Á skránni var útyvir forfólkafrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini innkomin mál frá starvsnevndini, val av næstforfólki, skrivara og tiltakslimi, og kunning, spurningar og kjak undir ymiskt.

Innkomnu málini vóru:

  • Uppskot frá starvsnevndini um tillaging av lóg SSF, um hvør ið kann umboða svimjifelag á aðalfundi SSF
  • Uppskot frá starvsnevndini um tillaging av reglugerð SSF um tænastuferðir, so at hesar ikki skulu vera uttanlanda

Bæði hesi uppskot vórðu samtykt av aðalfundinum.

Síðani var val á skrá, har næstforfólkið og skrivarin áðrenn fundin høvdu fráboðað, at tey ynsktu ikki at taka við afturvali, og har Ægir hevði stillað Alva Hjelm upp til postarnar, og Suðuroyar Svimjifelag Bjørg O. Jensen til starvsnevndina.

Úrslitið av valinum varð uttan kampval, at Alvi Hjelm varð valdur til næstforfólk, og Bjørg O. Jensen til skrivari.

Viðvíkjandi tiltaksliminum, so hevði Rúni Gaardbo fráboðað áðrenn fundin, at hann kundi taka við afturvali, um aðalfundurin ynskti tað; og varð hann afturvaldur.

Undir ymiskt var kunning frá starvsnevndini, um ‘good governance’ átøk í 2025, umframt fyrispurningur frá Suðuroyar Svimjifelag um kravdu manning til svimjistevnur.

Hartil spurningar og kjak.

Forfólkafrágreiðingin kann lesast her:

Her er lóg SSF sum samtykt á hesum aðalfundi, við frámerking av tillagingunum:

Og her er dagførda reglugerð um tænastuferðir:

Vegna SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.