Flott føroysk avrik á Danish Open 2025

Rætting 9/4 – har var eitt sett av metum afturat hjá Leu

Danish Open er av á hesum sinni, og gekk tað sera gott hjá føroysku svimjarunum. Tilsamans 9 føroysk met og 7 føroysk juniormet, umframt 1 gullheiðursmerki og 3 bronsuheiðursmerki, hesar fýra dagarnar í Bellahøj, og ein rúgva av persónligum metum.

Hetta vóru metini og heiðursmerkini. Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) var toppskorari í metum, við at seta tilsamans 6 føroysk met og 6 føroysk juniormet, meðan Líggjas Joensen (2008, Ægir) var toppskorari í heiðursmerki, við 1 gull og 2 bronsum:

Leygarmorgun 5/4

  • Kapping 5, 100 bringa kvinnur, innleiðandi
    – 10 av 43: Lea O. Højsted (2008, Ægir) 1:12.91 (tilm.tíð 1:14.06) – føroyskt met og juniormet og víðari til B-finalu

Leygardag 5/4

  • Kapping 10: 800 frí menn, skjótasti riðil
    – 3 av 26: Líggjas Joensen (2008, Ægir) 8:15.05 (tilm.tíð 8:20.60) – bronsa og persónligt met
  • Kapping 5, 100 bringa kvinnur, finalur
    – 9 av 24: Lea O. Højsted (2008, Ægir) 1:12.48 (tilm.tíð 1:14.06) – føroyskt met og juniormet, og hartil 33.71 og føroyskt met og juniormet í eisini 50 bringu

Sunnudag 6/4

  • Kapping 15, 50 bringa menn, finalur
    – 9 av 24: Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 29.16 (tilm.tíð 29.27) – føroyskt met

Mánamorgun 7/4

  • Kapping 19, 200 firvald menn, innleiðandi
    – 4 av 46: Isak Brisenfeldt (2006, HS) 2:03.85 (tilm.tíð 2:05.22) – føroyskt met og víðari til A-finalu
  • Kapping 22, 50 bringa kvinnur, innleiðandi
    – Lea O. Højsted (2008, Ægir) 33.29 (tilm.tíð 33.88) – føroyskt met og juniormet og víðari til B-finalu

Mánadag 7/4

Týsmorgun 8/4

  • Kapping 28, 200 bringa kvinnur, innleiðandi
    – 5 av 42: Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) 2:38.74 (tilm.tíð 2:39.27) – føroyskt met og juniormet og víðari til A-finalu

Týsdag 8/4

  • Kapping 27, 400 frí menn, finalur
    – 3 av 16: Líggjas Joensen (2008, Ægir) 3:59.21 (tilm.tíð 4:03.5) – føroyskt juniormet og bronsu á Danish Open 2025
  • Kapping 28, 200 bringa kvinnur, finalur
    – 3 av 24: Lea O. Højsted (2008, Ægir) 2:36.32 (tilm.tíð 2:39.27) – føroyskt met og juniormet og bronsu á Danish Open 2025

3 thoughts on “Flott føroysk avrik á Danish Open 2025”

  1. Lea Osberg Højsted setti 6 Føroysk junior og senior met til Danish Open. Í finaluni í 100 bringu setti hon Føroyskt junior/senior met í 50 bringu eisini við útlegg.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.