Líggjas 4.00.94 og í A-finalu í 400 frí á Danish Open 2025

Líggjas Joensen (2008, Ægir) svam seg fyri løtu síðani víðari til A-finalu á Danish Open 2025, tá ið hann í innleiðandi riðlunum í 400 frí svam seg til úrslitið 4:00.94. Sí úrslitalistan her á Swimify

Tíðin er stórt persónligt met hjá Líggjasi, í mun til 4:03.57 frá hesi somu stevnu í fjør.

Líggjas er nú triðskjótasti føroyingur nakrantíð í hesi grein, aftanfyri Pál Joensen (1990, SuSvim) á 3:46.84 og Óla Mortensen (1996, HS) á 3:56.76.

Líggjas svam fimtbestu tíð av teimum 38 sum luttóku í hesi kapping í morgun. Hin skjótasti var Alexander Aslak Nørgaard (2000, Sigma) sum svam 3:58.93.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.