Orsaka, tað vísir seg at Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti eitt sett av metum afturat á Danish Open 2025, so at hon tilsamans setti seks føroyskt met og seks føroyskt juniormet, hesar fýra dagarnar í Bellahøj.

Yvirsædda settið av metum, var í finaluni í 100 metra bringusvimjing, har hon við splitt-tíðini 33.71 aftaná fyrstu 50 metrarnar, setti føroyskt met og juniormet eisini í 50 metra bringusvimjing. Sí úrslitalistan her á Swimify
Metini hjá Leu vóru sostatt í tíðarrað, og hvørja ferð bæði føroyskt met og juniormet:
- 1:12.91 í innleiðandi 100 bringu – hon átti sjálv metini á 1:14.06
- 33.71 í 50 bringu í B-finalu í 100 bringu – hon átti sjálv metini á 33.88
- 1:12.48 í B-finalu í 100 bringu – hon átti sjálv metini á 1:12.91
- 33.29 í innleiðandi 50 bringu – hon átti sjálv metini á 33.71
- 2:38.74 í innleiðandi 200 bringu – hon átti sjálv metini á 2:39.27
- 2:36.32 í A-finalu í 200 bringu – hon átti sjálv metini á 2:38.27
Vónandi rætt nú. Og ikki so, at seta tvær ferðir bæði føroyskt met og føroyskt juniormet í øllum trimum bringugreinum, yvir fýra dagar